Hetta er ein tænasta, sum bara er ætlað fremmandum gestum, einstaklingum sum bólkum. Vit bjóða okkara hjálp við at leggja túrin og uppihaldið í Føroyum til rættis. Vit koma fegin við góðum ráðum um bestu ferðaskrá og hjálpa við at bíleggja bil, tyrlu og líknandi. Vit samarbeiða innan ferðavinnu við onnur føroysk og útlendsk feløg, eins og ikki-vinnufeløg uttanlands við áhuga fyri Føroyum og bloggarar. Vit svara gleðiliga spurningum viðvíkjandi ferðafólkaflutningi, gisting, útferðarmøguleikum og føroyskum veðurlagi… sum er umráðandi hjá gestum at vita um!