Vælkomin til organiskt med●spa.

… Eitt stað, har náttúra og vakurleikarøkt arbeiða saman um vakurleika og vælveru. Hjá okkum eru ikki einans professionalisma og kundatænasta í hásæti – vit nýta eisini eitt úrval av náttúrligum vørum, ið geva vælveru og avmarka til eitt minstamark møguleikan fyri ovurviðkvæmi.

Neyva útvaldu vørurnar eru uttan parabenir, sodium lauryl sulfate og onnur evni, ið eru ring fyri heilsuna, og sum finnast í 95% av øllum vælveru vørum á marknaðinum. Vit arbeiða við náttúrligum oljum, butter, urtum, algum/tara, hyaluronic sýrum, kollagen, vitaminum og álítandi ovurviðkvæmis-vinarligum kremum. Okkara viðgerðir geva frálík úrslit eins og náttúran, ið effektivt styrkir húðyngingar tilgongdina. Vit tilmæla tær at kunna teg um okkara víttfevnandi tilboð og at royna okkara viðgerðir.

DSC_0004

VIÐGERDIR

Massasja

Verðin gongur við fullari ferð, og lívsins gongd kann verða øtilig fyri mong. Bæði tey ið hava kropsligt og sálarligt arbeiði, kunnu líða av alskins nervapínu og spenningum. Ein frálíkur máti at normalisera musklarnar, er við einari massasju. Professional massasja er ikki einans avslappandi, men betrar eisini um blóðsirkulatiónina, húðsmidleikar og hýrin.

Massasja kann eisini vera, ein effektivur máti at bata óynsktum feitti uppá. Saman við okkara Dead Sea mud wrap, kann tað hjálpa kundanum at fara niður í vekt, og at gera húðina fastari og reina.

Okkara Hawaii lomi lomi nui massasja er ein mediterandi og avslappandi ritualur, ið hevur góða ávikan á bæði kropp og sál. Hendan massasjan er bygd á long mjúk strok, yvir allan kroppin. Umframt kokos smør ella avokado olju og hawaii tónleiki, reikar tín andi til tær óendaligu strendurnar í Kauai.

Til teir meira krevjandi kundanar, hava vit hot stone massasju – serliga viðmælt til roykjarar og fólk, ið arbeiða undir hørðum arbeiðsumstøðum. Heitir bassalt steinar hjálpa til at loysa eitur og tungmetal úr kroppinum, gjøgnum opnar poknum á heitu húðini. Afturat reinsanini, stimbrar ein slík massasja eisini blóðsirkulatiónina, og er sera avslappandi.

DSC_0001

Kropsviðgerðir

Body wrap

Hetta er ein stimbrandi og endurnýggjandi viðgerð. Basan í okkara wrap er gjørd úr náttúrligum evnum, so sum mint, brun farin, kaffi, rom, avocado, kokos olju, oliven olju, linned olju, súrróma o.s.fr. Ymiskir partar av kroppinum verða fyrst dekkadir við heilsugóðum evni, og síðani ballaðir inn vid filmi, fyri at fyribyrgja oksidering av blandinum. Viðgerðin er ikki einans vælvera, men eisini vætugevandi og strammandi fyri húðina.

Krops Peeling

Peel úr náttúrligum tilfari hjálpur ikki einans við at takað burtur sebum og deyða húd, men hevur eisini eina jaliga ávirkan á smidleikan á húðini og blóðsirkulatiónina. Vit viðmæla at seta hesa viðgerð saman við einari massasju.

Paraffin fyri hendur og føtur

Paraffin er ein væl kendur og prógvaður máti at geva vætu í dypdina. Viðgerin byrjar við at peela og koyra olju á hendur/føtur. Síðani verða hendurnar/føturnar dippaðar í heitt flótandi voks, ið gerst turt beinanvegin. Paraffin hevur eina fuktgevandi og hitandi ávirkan. Viðgerðin er serliga viðmæld til tey, ið stríðast vid rheumatismu og til tey, ið hava trupulleikar av sera turrarði húð, á bæði hondum og fótum.

Andlitsviðgerðir

Andlitið er tað mest framtraðkandi parturin á einum persóni, og av tí orsøk røkta vit best hendan partin av kroppinum. Tíanverri ger harða veðurlagið í Føroyum húðrøktina sera trupla. Takkað verið okkara viðgerðum er viðlíkahald, av sunnari húð nógv lættari.

Andlitsmassasja

Henda einfalda viðgerðin er samstundis tann mest effektiva. Ein professional andlitsmassasja, saman við hóskandi stimbrandi kremum ella oljum, hevur eina ótrúliga ávirkan á andlitshúðina: avslappar, samstundis sum hon uppstrammar húðina, vøddarnar og kremi/oljan fer í dýpdina á húðini. Andlitsmassasja kann vera ein viðgerð í sær sjálvum, ella ein eyka viðgerð, afturat onkrari aðrari viðgerð, sum vit bjóða.

Kavitatións peel

Hetta er ein viðger við einari serstakari maskinu, ið tekur burtur ovasta lagið av deyðari húð. Kavitatión er frálíkt til allar húðtypur – eisini til háræðr. Eftir peeling verður ein stimbrandi maska smurd á húðina. Viðgerðin verður framd saman við andlitsmassasju.

Mesoterapi – Derma Roller

Nógv vakurleikrøkt innheldur hyaluronic sýru. Tó so hevur eitt vanligt krem, ongan møguleika fyri at koma í dýpdina av húðini. Mesoterapi – derma roller hjálpur hyaluronic sýruni at koma í dýpdina av húðini. Derma roller er ein lítil rulla, tætt pakkað við mikro nálum, ið gera pinkalítil hol á húðyvirflatuna, sum so loyvir stimbrandi evnunum at treingja seg ígjøgnum. Viðgerðin fer fram vid lokal doyving – vit koyra eitt tunt lag av EMLA® krem á alt andliti áðrenn, sum gevur eina stíva kenslu. Hereftir verður derma roller brúkt. Undir viðgerðini, nýta vit reina hyaluronic sýru. Fyri at fáa sum mest burturúr, verður ein maska av algum ella collagen smurd á. Eftir mesoterapi fær kundin eina andlitsmassasju.

GG: Viðgerðin er einans til persónar yvir 25 ár.

Sýra

Um tú hevur stríðst vid mislitaðir blettir og eksem í andlitinum, so er sýru-viðgerð júst nakað til tín. Konsentrera mandlu sýra (50%) burturbeinir, ella ljósnar effektivt blettirnar og útbrotini, so at húðin sær frískari út. Viðgerðin er samansett við vitamin og tea tree olju masku, og einari fototerapi viðgerð, ið útjavnar húðfarvuna.

GG: Kosmetisk ráðgeving er neyðug undan viðgerðini.

DSC_0002

DermaPen®

Henda ágangandi viðgerðin er sera effektiv, tá tað snýr seg um at minka um rukkur, og at endurnýggja tað ytsta húðarlagið (epidermis). Hóast DermaPen® ikki sær út av nógvum, so er tað eitt kollveltandi amboð – ein lítil “pennur” tætt pakkaður við mikro nálum, ið tekur burtur ovasta lagið av húðini, ið síðani stimbrar húðina til fullkomna endurgerð. Bestu úrslitini eru sjónlig 10-14 dagar eftir viðgerðina. Viðgerðin fer fram við lokal doyving – vit koyra eitt tunt lag av EMLA® krem á alt andliti áðrenn, sum gevur eina stíva kenslu. Síðani verður ein kollagen maska smurd á. Eftir mesoterapi fær kundin andlitsmassasju.

GG: Viðgerðin er einans til persónar yvir 25 ár. Kosmetisk ráðgeving er neyðug undan viðgerðini.

Manuel andlitsreinsan

Hóast hendan viðgerð ikki er sera hugalig, so er viðgerðin tann besta loysnin, tá ið tað snýr seg um at reinsa tey niðaru húðløgini og at sleppa sær av við døkkormar og pirrur(atheromas). Viðgerðin er við hond ella saman við sóttreinsaðum nálum. Undan viðgerðini verður ein poknuopnandi maska smurd á. Viðgerðin endar við einari avslappandi andlitsmassasju og einari algu masku.

Manicure & pedicure negl

Hesar tænastur bjóðar Sabina Poulsen

Fyri meira kunning um príslista og tíðir vinarliga ring ella send sms á : +298 595064

Minst til

Um tú hevur nakrar spurningar, so eru vit til taks. Vit bjóða ókeypis ráðgeving, fyri at bjóða tær bestu viðgerðinar til júst tína húð!

Um tú ynskir eina tíð, ert tú vælkomin at senda ein teldupost á : organic.med.spa@gmail.com ella við at ringja/sms á +298 59 31 40 (eisini what´s app)

Vit eru at finna í Klaksvík, Traðagøta 23.

Vit eru til taks mánadag til sunnudag frá kl. 11.00 til kl 21.00

Minst til at bíleggja tíð, áðrenn hvørja vitjan.

Vilt tú geva onkrum eina massasju ella onkra aðra viðgerð í gávu? Tað er eingin trupulleiki – vit hava gávukort til tína ynsktu upphædd.

Príslisti

Viðgerð Tíðarlongd* Prísur dkk
Avslappandi massasja 45 min. 290
Avslappandi massasja 60 min. 340
Avslappandi massasja 90 min. 450
Slankandi massasja

(vid Dead Sea mud wrap)

60 min. 430
Hawaiian massasja lomi lomi nui 60 min. 350
Hawaiian massasja lomi lomi nui 90 min. 500
Hot stones massasja 60 min. 400
Hot stones massasja 90 min. 550
Body wrap 20 min. 150
Krops peeling 20 min. 150
Paraffin hendur 30 min. 150
Paraffin fotur 30 min. 180
Andlitsmassasja 25 min. 100
Kavitation peeling 60 min. 220
Mesoterapi – derma roller 60 min. 520
Sýrur 60 min. 470
DermaPen® 60 min. 690
Andlitsreinsan 60 min. 250
Ráðgeving ókeypis

* Listin vísir umleið, hvussu leingið hvør viðgerð tekur. Viðgerðinar kunnu takað longri ella styttri, alt eftir hvussu húðin hjá kundanum reagerar uppá viðgerðina o.s.fr.