Eysturland Búð er ein upplagdur gistingarmøguleiki fyri tey, sum ynskja at uppliva meira av Norðoyggjum ella bara steðga í Klaksvík í nakrar dagar. Tað eru tveir møguleikar at velja ímillum: ein nýmótans kjallaraíbúð ella trý kømur við felagskøki og vesi/baði.

Íbúð
Íbúðin er á niðastu hædd í húsinum á Traðagøtu 23, vit sjálv búgva í. Har eru útgongd, sjónvarpsstova/felagsrúm, 3 sovikømur, køkur og vesi/baðirúm. Hvørt sovikamar hevur pláss fyri tveimum gistandi (tvey av sovikømrunum hava hvør sína dupultsong, meðan tað eru tvær einkultsengur í seinasta sovikamarinum). Upp til seks fólk kunnu lættiliga gista í íbúðini og vit kunnu læna eina eykasong, um tað er neyðugt.

Prísurin fyri at leiga íbúðina er 999 kr. um dagin.

DSC_6100 DSC_6098 DSC_6096 DSC_6093
Kømur

Vit bjóða eisini einkult kømur í íbúðini, hvørt sær. Hetta er serliga ætlað einstøkum ferðafólkum, pørum og annars teimum, sum eru áhugað í at gista bíligari. Køk, vesi/baðikamar og felagsrúm skal ein tá deila við øðrum møguligum gestum.

Prísurin fyri at leiga eitt kamar í íbúðni er 499 kr. um dagin.

 

DSC_6117

DSC_6114

DSC_6113

DSC_6105

DSC_6104

Í øllum førum hava allir gestir atgongd til køkin, ið er rættiliga stórur og har eru allir møguleikar fyri at gera mat. Stórt kuldaskáp, uppvaskimaskina, mikroovnur og kaffimaskina eru øll til taks hjá gistandi. Vesi- og baðirúmið er innrættað í 2014, tað hevur nýggja brúsu og annars allar neyðugar heintleikar. Hvør gestur fær eitt set við seingjaklæðum og hondklæðum og hesi kunnu verða skift út hvønn dag, um gestir ynskja tað. Tað er eisini møguligt at fáa klæði hjá gestum vaskað og turkað, uttan nakað eykagjald. Tað er gott og sterkt tráðleyst alnótarsamband í øllum húsinum.

Gestir við bili kunnu nýta stórt parkeringspláss, sum liggur bara 40m burtur. Tey, sum koma til Klaksvíkar við bussi, kunnu vit møta á einum avtalum plássi í miðbýnum og koyra ókeypis á Traðagøtu 23.

Íbúðin liggur á vestaru síðu av Klaksvík (sí kortið). Miðbýurin við handlum, matstovum, bankum og posthúsi er innan nakrar fáar minuttir til gongu.

aesDSC_6112 DSC_6123 plama_DSC_6126b