Sp/f Eysturland er ein familjufyritøka og sett á stovn í november 2014. Aftanfyri eitt sindur merkiligt ljóðandi navnið eru vit bæði: Kinga og Ivan Eginsson Eysturland. Navn og ætt okkara eru nýggj og tey stava eystanifrá, sum navnið eisini vísir. Men vit búgva í Føroyum, sum eru vorðnar heim okkara og vit elska oyggjarnar høgt. Vit eru ikki í iva um at Føroyar eru eitt einastandandi og ørðvísi stað á hesi jørð og vit ynskja at landið verður alsamt kendari úti í stórari verð. Vit eru sterkt eyggjað av okkara passión fyri at ferðast, læra um nýggj lond og møta nýggjum fólkum. Sp/f Eysturland er eitt felag, sum er bygd á samvirkni og fjølbroytni í teimum áhugamálunum, vit einaferð hava. Hetta hjálpir okkum eisini at byggja nakað fjølbroytt saman. Eru tit áhugað í nøkrum av tænastum okkara, so er bara at seta tykkum í samband við okkum.

aaaa